Fakturering og gjalding - alt í einum


Fakturering snýr seg um at fáa peningin inn til tíðina, og tað hjálpa vit tær við. Tínir kundar rinda fakturar frá tær við øllum galdandi gjaldsloysnum, antin sum sjálvvirkandi trekk ella manuelt.

  Ella ring á telefon (+298) 66 77 00

Samstarv við veitarar

Vit samstarva við allar veitarar av bókhaldsskipanum á marknaðinum.
Set teg í samband við okkum fyri at hoyra, um júst tín bókhaldsskipan kann koyra saman við FarPay.

Samstarv við gjaldsloysnir

Vit bjóða hesar gjaldsloysnir til sjálvvirkandi og/ella manuellar gjaldingar.
Set teg í samband við okkum fyri at hoyra, hvørjar gjaldsloysnir eru best egnaðar til tína fyritøku.

Send fakturar - vit halda skil á, og fylgja allari gongdini

Við FarPay verða tínir fakturar sendir við telduposti, talgilt ella við vanligum posti. Vit halda skil á um telduposturin er skrásettur, um innbakkin hjá kundanum er fullur, og fleiri aðrar tekniskar avbjóðingar í hesum sambandi. Vit senda sum nevnt eisini talgildar fakturar til almennar stovnar, kommunur og fyritøkur, sum hava skipanir til móttøku og víðari viðgerð av talgildum fakturum.

FarPay hevur ein sera snøggan og brúkaravinarligan portal, har tú altíð kanst fylgja við hvussu fakturin er sendur, um kundin hevur lisið teldupostin, og nær hann er lisin. Vit kunnu enntá senda fakturan við vanligum posti um telduposturin ikki finst ella er skeivur, og um telduposturin ikki er lisin innan eitt ávíst dagatal.

Sjálvvirkandi gjaldingar

Við sjálvvirkandi gjaldingum verður fakturaupphæddin altíð trekt frá kundanum á gjaldsdegnum. Í Føroyum bjóða vit Mínrokning og kortgjaldingar.

Við sjálvvirkandi gjaldingum fært tú ein støðugari búskap við færri rykkjarum, og avskriving av kundum í eftirstøðu minkar munandi.


Finst eingin sjálvvirkandi gjaldsavtala millum teg og kundan, kann kundin sjálvsagt rinda fakturan manuelt. Tá fær kundin altíð møguleika fyri samstundis at tilmelda sjálvvirkandi gjaldsavtalu við teg.

Eftir avtalu við kundan, kanst tú á FarPay portalinum tilmelda sjálvvirkandi gjaldsavtalu við kundan, ella tú kanst senda ein teldupost ella SMS við tilmeldingarleinkju til kundan.

Kortgjaldingar - sjálvvirkandi og manuellar

Fleiri og fleiri brúka sítt gjaldskort at rinda sínar fakturar við, so afturat verandi kendu sjálvvirkandi gjaldsloysnum, er stórur tørvur á at trekkja pening frá gjaldskortinum hjá kundunum.

Tú brúkar verandi bókhaldsskipan til at gera fakturar og uppkrøv, og tú skal sostatt ongar tillagingar gera hjá tær. Hetta sparir bæði teg og kundan fyri tíð og pening.

Finst eingin sjálvvirkandi kortavtala millum teg og kundan, kann kundin sjálvsagt rinda fakturan manuelt við gjaldskortinum. Tá kann kundin altíð samstundis tilmelda eina sjálvvirkandi kortav-talu við teg.

Inngjaldskort við QR-kotu

Inngjaldskort frá FarPay hava altíð eina QR-kotu í ovasta høgra horni. Tá QR-kotan verður skannað við fartelefonini, verður kundin fyrst biðin um at skráseta sín teldupost.

Hareftir verða allir fakturar frá tær sendir við telduposti ístaðin fyri við posti, og tú sparir havið hópin av peningi.

Inngjaldskortið kann so rindast á fartelefonini við m.a. gjaldskorti, og samstundis kann sjálvvirkandi kortavtala tilmeldast - alt um eina leið.

Áminningar áðrenn rykkjarar

FarPay sendir vinarligar áminningar við telduposti til kundar, sum ikki hava goldið móttiknar fakturar til tíðina. Oftast er talan um gloymsku frá kundans síðu, og oftast verður fakturin goldin, so skjótt kundin hevur móttikið áminningina.

Harvið sleppur tú í flestu førum undan at senda og handfara rykkjarar, ið sum kunnugt er ein sera tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil uppgáva hjá tær at handfara.

Avdráttir við eftirlitið

Um skuldin hjá einum kunda er blivin ov stór, ella kundin skal móttaka ein faktura við stórari upphædd, kanst tú bjóða kundanum eina avdráttarskipan. Harvið kann skuldin rindast aftur við lagaligum avdráttum, sum kundin kann yvirkoma.

Skipanin krevur eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu millum teg og kundan. Hetta tryggjar, at uppkrøvini altíð verða trekt sjálvvirkandi av kundans bankakontu ella gjaldskorti, og flutt inn á tína bankakontu.

Tú og kundin fáa boð frá FarPay, um ein avdráttaravtala fer í misrøkt. Hetta kann skyldast, at kundin hevur frámeldað gjaldsavtaluna, hevur avvíst gjaldingina, ella peningastovnurin hevur avvíst/afturflutt gjaldingina, ella frámeldað gjaldsavtaluna.

Avdráttir ístaðin fyri skundlán

Avdráttarskipanin kann eisini nýtast til sølu av vørum og tænastum, har tú kanst bjóða tínum kundum at rinda fakturaupphæddina í avdráttum. Stórir møguleikar eru fyri meirsølu, um tú velur at bjóða tínum kundum hesa loysnina.

Haldaraskipan

Vit hava eina sera smidliga haldaraskipan, sum gevur tær møguleika at vaksa fíggjarliga við fleiri haldaraavtalum. Haldaraskipanin er serliga vælegnað, um tú ynskir ein lættan og ómakaleysan hátt at uppkrevja tínar kundar/limir uppá.

Tú skrásetur hvør skal uppkrevjast, hvussu nógv og nær, og so gongur restin heilt av sær sjálvum. Á gjaldsdegnum verða gjøldini sjálvvirkandi trekt av bankakontuni ella gjaldskortinum hjá kundanum, uttan at tú ella kundin skulu gera nakað.

Tað tekur undir 2 min. at stovna eina haldaraavtalu. Hetta kanst tú gera meðan tú hevur kundan í rørinum, ella tá kundin er inni á gólvinum.