Fakturering og gjalding í einum


Fakturering snýr seg um at fáa peningin inn til tíðina, og tað kunnu vit hjálpa tær við. Við FarPay kunnu tínir kundar rinda fakturar við øllum verandi gjaldsloysnum, eisini sjálvvirkandi gjaldingum.

   Ring til okkum á (+298) 66 77 00

Samstarv við veitarar

Á føroyska marknaðinum samstarvar FarPay m.a. við hesar veitarnar av bókhaldsskipanum. Set teg í samband við okkum fyri at hoyra, um júst tín bókhaldsskipan kann koyra saman við FarPay.

Send fakturar við skili - vit fylgja gongdini

Við FarPay verða tínir fakturar sendir við telduposti, og hesir verða fylgdir allan vegin til innbakkan hjá kundanum. Vit halda skil á um telduposturin er rætt skrásettur, um innbakkin hjá kundanum er fullur, og fleiri aðrar tekniskar avbjóðingar.

FarPay hevur ein sera snøggan og brúkaravinarligan portal, har tú kanst fylgja við um kundin hevur lisið teldupostin, og nær hann er lisin. Vit kunnu enntá senda fakturan við vanligum posti, um telduposturin ikki er lisin innan eitt ávíst dagatal.

Sjálvvirkandi gjaldingar

Við sjálvvirkandi gjaldingum verður fakturaupphæddin altíð trekt av kundans kontu ella gjaldskorti á gjaldsdegnum.

Við sjálvvirkandi gjaldingum fært tú ein støðugari búskap við færri rykkjarum, og avskriving av kundum í eftirstøðu minkar munandi.

Er ongin gjaldsavtala skrásett millum teg og kundan, kann kundin sjálvsagt rinda fakturan manuelt. Tá fær kundin altíð møguleika fyri tilmelda sjálvvirkandi gjaldsavtalu við teg.

Kortgjaldingar

Fleiri og fleiri brúka sítt gjaldskort at rinda sínar fakturar við, so afturat verandi kendu sjálvvirkandi gjaldsloysnunum, er stórur tørvur á at trekkja pening frá gjaldskortinum hjá kundunum.

Tú brúkar verandi bókhaldsskipan til at gera fakturar og uppkrøv, og tú skal sostatt ongar tillagingar gera hjá tær. Hetta sparir bæði teg og kundan fyri tíð og pening.

Er ongin sjálvvirkandi kortavtala skrásett millum teg og kundan, kann kundin sjálvsagt rinda fakturan manuelt við sínum gjaldskorti. Tá fær kundin altíð møguleika fyri tilmelda sjálvvirkandi kortavtalu við teg.

Inngjaldskort við QR-kotu

Inngjaldskort frá FarPay hava altíð eina QR-kotu í ovasta høgra horni. Tá QR-kotan verður skannað við fartelefonini, verður kundin fyrst biðin um at skráseta sín teldupost.

Hareftir verða øll inngjaldskort send við telduposti ístaðin fyri á pappírið. Tú sparir hópin av peningi, og umhvørvið verður lasta minni.

Á fartelefonini kann inngjaldskortið rindast við gjaldskorti, og samstundis kann sjálvvirkandi kortavtala tilmeldast - alt um eina leið.

Ókeypis QR-skannarar kunnu heintast á heimasíðum, sum svara til merki av fartelefon ella teldli, t.d. App Store, Google Play, Windows Phone Store v.m.

Áminningar áðrenn rykkjarar

FarPay sendir vinarligar áminningar við telduposti til kundar, sum ikki hava goldið móttiknar fakturar til tíðina. Oftast er talan um gloymsku frá kundans síðu, og í flestu førum verður fakturin goldin, so skjótt kundin hevur móttikið áminningina.

Harvið sleppur tú í flestu førum undan at skula senda og handfara rykkjarar, ið sum kunnugt er ein sera tíðarkrevjandi og kostnað-armikil uppgáva at handfara.

Avdráttir - við eftirlitið

Hevur ein kundi savnað eina ov stóra skuld, ella skal móttaka ein faktura við stórari upphædd, kanst tú bjóða kundanum eina avdráttarskipan. Harvið kann skuldin rindast aftur við lagaligum avdráttum.

Skipanin krevur eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu millum teg og kundan. Hetta tryggjar, at uppkrøvini altíð verða sjálvvirkandi trekt av kundans kontu ella gjaldskorti, og inngoldin á tína kontu.

Tú og kundin fáa beinanvegin boð frá FarPay, um ein avtala um avdráttir fer í misrøkt. Hetta kann t.d. verða um kundin frámeldar gjaldsavtaluna, avvísir eina gjalding, ella um upphæddin verður afturflutt av peningastovninum.

Avdráttir ístaðin fyri skundlán

Avdráttarskipanin kann eisini nýtast til sølu av vørum og tænastum, har tú kanst bjóða kundunum at rinda fakturaupphæddina í avdráttum. Stórir møguleikar eru fyri meirsølu, um tú velur at bjóða tínum kundum hesa loysnina.

Haldaraskipan

Vit hava eina sera smidliga haldaraskipan, sum gevur tær møguleika fyri at vaksa fíggjarliga við fleiri haldaraavtalum. Haldaraskipanin er serliga vælegnað, um tú ynskir ein lættan og ómakaleysan hátt at uppkrevja tínar kundar/limir uppá.

Tú skrásetur hvør skal uppkrevjast, hvussu nógv og nær, og so gongur restin heilt av sær sjálvum. Á gjaldsdegnum verða uppkrøvini sjálvvirkandi trekt av kontuni ella gjaldskortinum hjá kundanum, uttan at kundin skal gera nakað sum helst.

Tað tekur undir 2 min. at stovna eina haldaraavtalu. Hetta kanst tú gera meðan tú hevur kundan í rørinum, ella kundin er inni í handlinum.

Okkara kundar

Her eru nakrir av okkara mongu kundum, sum m.a. umfata fyritøkur, kommunur, almennar stovnar og eindir.